Stjørnan og Polarhav eru komnir inn við 90.000 pundum

Polarhav, Pison og Stjørnan, mynd tikin tann 21.12.2020 klokkan 05:20

Stjørnan og Polarhav komu aftur í nátt, teir hava partrola eystanfyri Føroyar.

Teir høvdu 90.000 pund og tað mesta var upsi.

Teir byrjaði túr tann 13. desember.

Landa bleiv til Kósina í dag.

Stjørnan og Polarhava hava selt meira í ár enn í 2019. Teir hava selt fyri góðar 34 mió í 2020 og teir seldu fyri 32.484.520 í 2019, sostatt hava teir selt 1.7 mió meira og tá er hesin túrurin ikki tikin við.

Vit ynskja reiðarí, skipara og manning eini Gleðilig jól og gott nýttár.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author