Stjørnan og Polarhav eru komnir aftur beint áðrenn klokkan 08:00 í morgun. Teir hava partrola við Føroyar.
Teir landa nú til Kósina og høvdu teir fult skip, 250 tons av gullaksi.
Tá ið liðugt er at landa vera lastirnar koyrdar til Tavuna í Leirvík til víðari viðgerðar.
Túrurin hjá teimum tók 5 dagar, so hetta gjørdist ein skjótur roktúrur.
SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: