Stjørnan skipar fyri tombola uttanfyri Inn Klaksvík

Leygardagin 7. desember kl. 11 skipar Stjørnan fyri tombola og lutaseðlasølu á parkeringsøkinum uttanfyri Inn í Klaksvík.

Umframt tombola verður eisini møguleiki at keypa lutaseðlar, har drigið verður um eina leskuliga matkurv, virðið 1.000 kr, umframt gávukort frá millum annað SPORT 24 og Vera Klipt. Lutaseðlanir kosta 5 kr,- stk.

Lutaseðlanir verða drignir eftir dystin Stjørnan – Neistin, sum verður sunnudagin 8. des. kl.15.00

So komið út til eina hugnaliga løtu uttanfyri Inn og stuðlið Stjørnuni!

Vit byrja kl. 11.

Hondbóltsfelagið Stjørnan

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author