Sterkir felagsskapir eru besta fyribyrgingin

Rúsdrekka og rúsevni er ein vaksandi trupulleiki millum ung í Føroyum.

Íslendsk kanning vísir, at virkni í felagsskapum heldur børn og ung frá rúsdrekka og rúsevnum í stóran mun.

Børn og ung standa í áralongum bíðilistum at sleppa til sálarfrøðing.

Sersambond og feløg teirra er ómetaliga heilsufremjandi og fyribyrgjandi. Sjálvboðið arbeiði lyftir, har tað almenna ikki orkar.

Fólkaflokkurin vil stuðla sjálvbodnum virksemi á øllum økjum.

Fólkaflokkurin vil virka fyri, at føroyingar sum sjálvstøðugt fólk, skal hava kunnleika til søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap.

Gott val

X við A
Fía Selma Nielsen

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: