Starvslýsing: Handverkarar innan timburyrkið

Klaksvíkar kommuna søkir hervið eftir tveimum handverkarum innan timbur at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um:

Forskallingsarbeiði í samband við stoypan av garðum og trappum
Timburarbeiði og aðrar fyrifallandi uppgávur

Førleikakrøv
Handverkaraútbúgving innan timbur.
Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðsom/samur, dugnalig/ur og vælskipað/ur. Tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglað/ur viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið.

Setanarviðurskifti
Talan er um eitt tímalønt fulltíðarstarv, ið verður lønt sum handverkari sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya handverkarafelag.

Umsóknir
Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast sum teldupostur til klaksvik@klaksvik.fo

Til ber eisini at senda umsóknina sum vanligt bræv til:

Klaksvíkar kommuna
Postsmoga 2
FO-710 Klaksvík

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 16. november 2018 kl. 16.00.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Kristoffur Olsen leiðara á Kloakk- og Vegadeildini á tlf. 229088 ella kristoffuro@klaksvik.fo.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: