Politikkur Størv Tíðindi

Starvslesandi til seinna hálvár 2020

STARVSLESANDI: Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

Nú nærkast freistin til, at sendistovurnar og føroysku stjórnarráðini seta starvslesandi til seinna hálvár í 2020.

Freistin at søkja um at gerast starvslesandi á sendistovunum fer frameftir at liggja nakað fyrr enn áður.

Freistin at søkja á sendistovurnar er hesaferð ásett at vera mánadagin 23. mars. Freistin at gerast starvslesandi í stjórnarráðunum er mikudagin 1. apríl. Vinaliga sendið til info(at)tinganes.fo

Sum vanligt, ber til at søkja um at gerast starvslesandi á føroysku stjórnarráðunum og føroysku sendistovunum. Tað ber til at søkja til fleiri sendistovur ella stjórnarráð samstundis, men vit vilja fegin, at umsøkjarar raðfesta síni ynski. Vert er at hava í huga, at viðurskiftini við hvørt laga seg soleiðis, at eitt ráð ella ein sendistova ikki fær tikið inn starvslesandi.

At vera starvslesandi gevur tær eina góða lívsroynd, og fyri sendistovuna ella landsfyrisitingina ert tú ein virðismikil arbeiðsmegi.

Seinastu árini hava nógv starvslesandi verið á sendistovum okkara, og tað gerst alt meira vanligt hjá føroyingum undir útbúgving at vera starvslesandi í stjórnarráðum okkara.

•Les meira um at gerast starvslesandi í føroysku sendistovunum her
•Les meira um at gerast starvslesandi í landsfyrisitingini her

Til starvslestur í landsfyrisitingini er vanligt, at umsøkjarar fylla út eitt umsóknarblað. Vit hava nú roynt hesa skipan í nøkur ár.

Vit kundu hugsað okkum at fingið eitt sindur meira at vita um umsøkjararnar og teirra førleikar enn tað, ið ofta sæst á umsóknarblaðnum.

Tí mæla vit til at umsøkjarar skriva eitt sindur um seg á umsóknarblaðnum ella senda eina “motiveraða umsókn” og lívsrensl sum ískoyti.

Løgmansskrivstovan

Grillin hjá Símun - Maverick
Símun á Høvdanum
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330. Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.