Starvsfólk heiðrað fyri trúfasta og drúgva tænastu

Eins og siðvenja hevur verið seinnu árini, varð í gjar skipað fyri jólahaldi fyri starvsfólk hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu. Til hesa jólaveistlu varð eisini høvið at hátíðarhalda og heiðra teimum mongu starvsfólkum, ið hava havt rundan starvsdag í 2019.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, handaði starvsfólkum, ið vóru heiðrað, eitt blómutyssi og eitt gávukort.

Í talu síni til starvsfólkini, segði borgarstjórin millum annað, at hann var errin av, at Klaksvíkar kommuna og Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur so dugnalig og nærløgd starvsfólk.

”Eitt dømi um hetta er Royal Run, sum kravdi alskins hendir og góð høvd, so alt eydnaðist til fulnar. Tað er ongantíð bara ein, men altíð eitt lið, ið skal til.

”Í kvøld hava vit so eisini høvið til, at heiðra øllum teimum, sum høvdu 10, 20, 25, 30, 35 og 40 ára starvsdagar, og eisini hetta vísir, at vit hava eldhugaði fólk, ið brenna fyri at geva góða tænastu á øllum økjum.”

TEY, IÐ VÓRU HEIÐRAÐ, VÓRU HESI:
10 ár: Ansi Heinisen, Eyðna Festirstein, Maria Poulsen, Emma Jacobsen, Eyðun Jacobsen, Harriet Lydersen, Anja Olsen, Josefina Jacobsen, Sólgerð Vang, Lucy Christiansen.

20 ár: Annika Egholm, Árna Maria Fossdalsá, Ásla Mouritzdóttir, Bjørg Poulsen, Verna á Kósini, Leif Danielsen, Linda Syderbø, Marna Ellingsgaard, Sunnva Simonsen, Valgerð Dahl

25 ár: Jákup Olsen, Finngerð Langgaard, Elken Simonsen, Elsa Johannesen

30 ár: Dávur Winther, Jan Askham, Dániel Poulsen, Esmar Klakkstein, Annika Johansen, Ása Fredriksberg

35 ár: Ernst Vágsgarð

40 ár: Finngerð Danielsen, Elsuba Petersen

Kelda: Klaksvík.fo

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.