Standmynd av Elinborg Lützen avdúka í dag kl. 16.30

Í dag týsdagin, 24. september kl. 16.30, verður standmynd av Elinborg Lützen avdúkað. Standmyndin kemur at standa omanfyri Faktorshúsini.
Hetta er fyrsta standmynd av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Tað er Klaksvíkar kommuna, sum saman við Norðoya Sparikassa, hevur tikið stig til standmyndina, eftir uppskoti frá Edwardi Fuglø, listamanni. Vinnulívið í Klaksvík og aðrastaðni við, hava eisini stuðlað verkætlanini væl. Hans Pauli Olsen, myndahøggari hevur gjørt standmyndina.
SKRÁIN FYRI TILTAKINUM
Byrjað verður kl. 16.30 uppi við standmyndina, sum stendur omanfyri Faktorshúsini
Klaksvíkar Hornorkestur spælir
Brynhild Danielsen avdúkar standmyndina
Farið verður í Spaniastovu kl. 17.00, har røður og sangur verður
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Signhild V. Johannesen, forkvinna í verkætlanarbólkinum
Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa
KATA syngur
Karin Kjølbro hugleiðir um Elinborg Lützen
Andras Sólstein, savnsleiðari
Hans Pauli Olsen, myndahøggari
KATA syngur
Nils Ohrt, listfrøðingur
Svanbjørg Manai, leiðari á Frímerkjadeildini
Boðið verður til ábit.
Framsýning við verkum eftir Elinborg Lützen verður at síggja í Spaniastovu.
Henda framsýning kann síggjast fram til fríggjadagin 27. september. Tá er inngongdin umvegis Leikalund, sum hevur opið frá kl. 13 – 17 hesar dagar.
Kelda: Klaksvík.fo
SáH