Stakkavík sleipaður til lands av Tjaldrinum í nátt

Stakkavík, sum hevði góðan fiskiskap í nátt, mátti bróta túrin av, tí teir fingu maskinskaða í nátt.
Teir høvdu drigið 20 stampar og høvdu heili 8.400 pund á teimum, men fingu sum sagt maskinskaða og Tjaldri sleipaði teir til Klaksvíkar og vóru teir á Klaksvík umleið klokkan 4 í nátt.
News.fo og Norðoya Portalurin vóru og tóku hesar myndirnar av Stakkavík klokkan 05:54 í morgun.
Hvussu álvarsligt maskinbrekið var vita vit ikki, men vónandi er tað ikki álvarsligt. Stakkavík hevur havt eitt sera gott ár og kunnu uttan nakað hóvastak fara í jólaferiu.
Sum frættist, so er seinasti avreiðingardagur áðrenn jól nú fríggjadagin tann 20. desember, men kenni eg teir umborð á Stakkavík, so fara teir til útróðrar, so skjótt maskinbrekið er ornað.
Gleðilig jól til tykkum umborð á Stakkavík og takk fyri tykkara ískoyti til okkara almenna samfelag Føroyar “Fólksins ogn”.
SáH
