Klokkan 15.25 í gjár kom Stakkavík aftur til Klaksvíkar og legði at við kajuna hjá NFCS.

Teir hava rokast og høvdu heili 11.000 pund,  12 kør tosk, 5 kør hýsa og 1 kar annað fiskaslag.

Teir vóru tríggir við hendan túrin og skipari var Andru Poulsen.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Nógv fólk vóru á kajuni og  har var lív í. Nakkur kom beint áðrenn Stakkavík, teir høvdu 2.000 pund og Mamy hevði 600 pund. Longri inn lág Fiskaklettur, har skiparin og Tummas bøtti trol.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author