Stakkavík roktúr í dag, heili 14.000 pund

Stakkavík kom aftur klokkan 11:40 í dag. Teir hava rokast norðan fyri Føroyar.

Teir høvdu fult skip og var Stakkavík sera tungur, tá ið teir kom skúmandi inn eftir Vágni. Teir høvdu 14.000 pund á 41 stampum, tað mesta var toskur.

Við vóru tveir mans og skipari var Andru Poulsen.

Landa bleiv í Klaksvík og veiðan bleiv seld til Sjógætið.

SáH

Thom Jakobsen speiskur í dag og bað meg framhaldandi keypa Íslendska olju, so má er spyrja, hvør er eigari av EFFO? Eg havi fyri tað mesta keypt olju frá Shell, men tað stammar frá, tá ið eg lærdi á høvuðsskrivstouni hjá Kjølbro, tá hevði Kjølbro søluna hjá Shell undir hond og tá bleiv eg kundi hjá Shell, men spennandi at vita, hvør eigur EFFO? kann onkur siga mær tað?
dótturin hjá Andru stolt av pápanum….
Tummilin upp Andru og Símun og takk fyri fiskin í dag, vónandi eru tit nøgdir við myndirnar…
Stakkavík sera tungur á veg inn eftir Vágni tann 18.04.2020 klokkan 11:39
Sær gott út, alt dekkið fult av góðum fiski….

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author