Stakkavík roktúr í dag, 13.000 pund

Stakkavík hevði ein sera góðan dag í dag. Teir høvdu roynt við línu norðanfyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 12.600 pund, tað mesta toskur og hýsa, 8.100 pund toskur, 3.700 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 05-03-2020 | 06-03-2020 | 6.300 |

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: