Stakkavík landaði 5.896 pund til NFCS kl. 13:00

Beint eftir klokkan 12:00 kom Stakkavík inn eftir Vágni.

Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu teir 5.896 pund.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðinum Føroyar og var tað mesta toskur og hýsa, toskur 3.800 pund og hýsa 1.800 pund, longa 16 pund og toskarogn 280 pund.

Landa bleiv til NFCS klokkan 13:00.

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author