Beint eftir at Klakkur kom aftur klokkan 07:30 kom Stakkavík aftur av útróðri. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og ímillum oyggjarnar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.034 pund, 4.500 pund toskur, 3.400 pund hýsa og restin annað fiskaslag.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
Stakkavík, mynd tikin tann 31.10.2019 klokkan 07:41 og sum tit síggja, so er NFCS ikki latið upp og tað plagar tað ikki at vera.Stakkavík, mynd tikin tann 31.10.2019Stakkavík og Klakkur, mynd tikin tann 31.10.2019
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.