Stakkavík kom aftur klokkan 05:30 við 6.000 pundum

Stakkavík kom tíðliga aftur í morgun. Teir komu aftur klokkan 05:30 og høvdu teir roynt við línu norðan fyri.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur, 5.200 pund toskur, restin var hýsa.

Landa verður til NFCS, tá ið NFCS letur upp.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author