Stakkavík kom aftur kl. 9:40 og hevði 6.140 pund

Stakkavík kom skúmandi inn eftir Vágni kl. 9:40 í morgun. Teir høvdu roynt við línu sunnanfyri Borðoyarvík og gjørdist hesin túrurin ein miðal dagur.

Teir settu 41 stampar og høvdu 6.140 pund, tað mesta toskur, 3.900 pund tosk, 2.200 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

Her filmsklipp og myndir, sjá herundir.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: