Stakkavík hevði 5.000 pund í morgun

Stakkavík kom aftur klokkan 08.45 í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Teir høvdu 5.000 pund á 26 stampum, meginparturin toskur, 80 prosent og restin hýsa.
Andru Poulsen segði at toskurin var feitur og góður og hýsan var nr. 1 og 2, so hann forstóð lítið av innlegginum í Dag & Viku, har ein fiskakeypari tosaði um slánur og at fiskurin ikki kundi brúkast og tað mesta endaði á Høvdavirkinum í Leirvík.
Veiðan er seld til Sjógæti og landa bleiv klokkan 09:15.
SáH
Her innleggið í Dag & Viku, klikk link her “Keypa óbrúkiligan fisk”



Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: