Stakkavík hevði góð 9.000 pund í dag

Stakkavík kom aftur klokkan 12:15 í dag og hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.846 pund. Tað mesta var toskur, 4.860 pund, 3.900 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

Landa bleiv til NFCS.

Her filmsklipp, men í tí filmsklippinum sigi eg at teir hava fiska 4.900 pund, men so var ikki, tað var also góð 9.000 pund.

SáH

Stakkavík, mynd tikin tann 23.08.2019
Stakkavík, Ågot og Líðhamar, mynd tikin 23.08.2019
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author