Stakkavík hevði 8.400 pund í dag

Stakkavík kom aftur klokkan 10:00 í morgun. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 8.410 pund á 38 stampum, tað mesta var toskur og hýsa, 4.800 pund toskur, 3.600 pund hýsa og 10 pund longa, sjá søluna herundir.
Landa bleiv klokkan 10:20. Eisini hevði Stakkavík eitt sindur av rognum, men tað fór Thom Jakobsen avstað við.
SáH
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 18-02-2020 | 18-02-2020 | 4.205 |
Lýsing AXIA Advokatar
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: