Stakkavík kom aftur klokkan 13:00 í dag. Teir høvdu roynt sunnanfyri og vóru teir tann báturin, sum var farin longst út at royna í nátt og í morgun.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 7.000 pund á 35 stampum, 65% toskur og restin hýsa.

Landað bleiv til NFCS klokkan 14:00. Her nakrar myndir, tá ið News.fo og Norðoya Portalurin vóru á kajuni og heilsaðu uppá manningina og blíður vóru teir, eg fekk turran fisk og sjálvandi skuldi eg lyfta størsta fiskin teir høvdu fingið í dag.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author