Stakkavík hevði 7.000 pund fríggjadagin og 4000 pund í dag

Stakkavík kom tíðliga aftur í morgun. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar og høvdu 4000 pund. Fríggjadagin vóru teir eisini til útróðrar og tá høvdu teir 7.000 pund.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir í dag 3.810 pund, tað mesta var toskur og hýsa. Fríggjadag landaðu teir 6.840 pund, eisini mest toskur og hýsa.
Landa bleiv til NFCS.
SáH
Her sølan til NFCS í dag:
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 13-09-2019 | 3.420 |
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 16-09-2019 | 1.905 |
LÍÐHAMAR – ( KG 602 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 16-09-2019 | 3.750 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: