Stakkavík hevði 6.600 pund í dag

Stakkavík kom aftur klokkan 12:50 í dag. Teir høvdu roynt við línu eystanfyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.556 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.800 pund hýsa, 1.650 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 08-01-2021 08-01-2021 3.278

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author