Stakkavík hevði 6.500 pund í dag

Klokkan er 12:41 og Stakkavík er á veg inn eftir Vágni. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 6.450 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 4.800 pund hýsa, 1.500 pund toskur og restin annað fiskaslag.

Stakkavík hevði 4.500 pund í gjár.

Teir eru akkurát nú á Stongunum við stampunum og aftaná landa teir til NFCS.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 01-07-2021 01-07-2021 3.225
Please follow and like us: