Stakkavík hevði 5.500 pund í dag og 7.100 pund í gjár

Stakkavík er akkurát komin aftur av útróðri, nú klokkan er 14:21. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir hava 5.500 pund í dag, tað mesta toskur og hýsa.

Teir høvdu 7.100 pund í gjár og tá var tað eisini mest toskur og hýsa, 4.800 pund toskur og 2.220 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Í gjár landaðu teir á Eiði og í dag landa teir til NFCS í Klaksvík.

Skipari er Andru Poulsen og fyri tíðina eru teir bert tveir mans við.

Landa verður nú.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) EIÐIS HAVN 20-05-2020 20-05-2020 3.548

Her filmsklipp og myndir tiknar í dag tann 21.05.2020

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: