Stakkavík hevði 5.000 pund í dag

Stakkavík er komin aftur frá útróðrið. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 4.856 pund, tað mesta var hýsa og toskur, 2.900 pund hýsa, 1.900 pund toskur og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Stakkavík var eisini til útróðrar týsdagin, tá høvdu teir 2.600 pund.
Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.
Landa blivur til NFCS júst nú.
SáH
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 28-10-2021 | 28-10-2021 | 2.428 |
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 26-10-2021 | 26-10-2021 | 1.300 |
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: