Stakkavík hevði 4.520 pund á 20 stampum

Stakkavík hevði ein góðan túr fríggjdagin. Teir landaðu til N.F.C.S. klokkan 15:30 og høvdu teir 4.520 pund á 20 stampum.
Slagið var gott, tað mesta toskur og hýsa, sjá søluna herundir.
Roynt var norðanfyri Føroyar og veiðan bleiv boðin út á Fiskimaknaðinum Føroyum.
Reiðarin var væl nøgdur við fiskarí fyri tíðina og var væl nøgdir við skipara og dekkaran og segði at teir vóru óførir.
Her nakrar myndir, sum myndaportal.fo hevur tikið av teimum fríggjadagin.
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: