Stakkavík hevði 3.200 pund í dag

 

Stakkavík, mynd tikin tann 04.03.2022 klokkan 11:51

Stakkavík kom aftur frá útróðrið klokkan 11:50 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.200 pund, tað mesta var toskur og hýsa, 2.200 pund toskur og 1.000 pund hýsa.

Tað er langt síðani síðst, at meira av veiðuni er toskur, men her er dupult so nógv toskur sum hýsa.

Landa verður beint nú til NFCS.

Skipari á Stakkavík er Andru Poulsen.

Brandur hevur eisini verið til útróðar og høvdu teir 9.350 pund og har var mest hýsa.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 04-03-2022 04-03-2022 1.600

 

Stakkavík, mynd tikin tann 04.03.2022 klokkan 11:50
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: