Stakkavík hevði 11.000 pund í dag

Stakkavík landar til NFCS, mynd tikin tann 05.01.2021 klokkan 13:54

Stakkavík kom aftur klokkan 13:30 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 10.600 pund, tað mesta var hýsa, 7.000 pund hýsa og restin toskur 3.600 pund, sjá søluna herundir.

Landa bleiv til NFCS.

Hvat verður við útróðrinum í nærmastu framtíð er ilt at meta um, prísurin er farin niður ígjøgnum, av tí at Bretland og Skotland hava stongt londini niður og marknaðurin fyri hýsu er mest til hesar marknaðir og sum skilst, so vera Bretland og Skotland stongd ígjøgnum allan januar mánan.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) NFCS-KLAKSVíKAR HAVN 05-01-2021 05-01-2021 5.300

Please follow and like us: