Stakkavík góðan túr í dag, heili 14.000 pund

Stakkavík hevði ein góðan túr ídag. Teir høvdu roynt við línu á Føroya Banka.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.520 pund, tað mesta var hýsa og longa, 8.800 pund hýsa, 3.366 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Skiparin á Stakkavík er Andru Poulsen.

Landa bleiv til Snarfrost í Miðvági í morgun klokkan 09:00.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 05-08-2021 05-08-2021 6.760
Please follow and like us: