Stakkavík fullur undir lúkurnar, heili 13.500 pund

Stakkavík kom aftur tíðliga í morgun. Teir høvdu roynt við línu á Føroya Banka.

Hetta gjørdist ein sera góðir túrur, teir vóru fullur undir lúkurnar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 13.480 pund, tað mesta var hýsa og longa, 8.000 pund hýsa, 3.500 pund longa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.

Teir drógu 54 stampar. 250 pund pr stamp.

Skipari var Andru Poulsen.

Landa bleiv til Snarfrost klokkan 09:15 í morgun.

SáH

STAKKAVÍK – ( KG 748 ) MIÐVÁGS HAVN (SNARFROST) 20-07-2021 21-07-2021 6.740

Please follow and like us: