Allir útróðrarbátarnir eru komnir aftur í dag. Stakkavík, Bjørgvin og Líðhamar komu allir aftur nú kl. 15.30 og landa til NFCS.
Líðhamar hevur 12.370 pund, Stakkavík hevur 6.200 pund og Bjørgvin 5.000 pund, allar hava teir roynt við línu norðan fyri Føroyar og tað mesta av veiðuni var hýsa og toskur.
Kallanes kom aftur beint áðrenn kl. 15 og teir høvdu 4.270 pund.
Bragd kom aftur nú kl. 16:20 og teir høvdu 9.000 pund og teir fara eisini at landa til NFCS.
SáH
Stakkavík, Bjørgvin og Líðhamar, mynd tikin 19.06.2019.Kallanes KG589, mynd tikin 19.06.2019Bjørgvin, Líðhamar og Brgad. Mynd tikin 19.06.2019.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.