Stakkavík bestir í dag, heili 10.500 pund

Stakkavík er á veg inn á Klaksvík. Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar.

Teir hava somu nøgd sum ANRU, nevnliga 10.500 pund, men Stakkavík hevur sett 36 stampar og ANRU 40 stampar, so Stakkavík bestir í dag, men fantastiska flott av teimum báðum bátunum.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroya og tað mesta var toskur og hýsa, 5.400 toskur, 4.100 pund hýsa og restin annað fiskaslag.

Stakkavík verður væntandi á Klaksvík klokkan 14:00 í dag, her nakrar myndir frá Stakkavík júst nú, Andru Poulsen hevur tikið myndirnar.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author