Stakkavík 7.300 pund, Líðhamar 9.000 pund og Norðsøki 6.800 pund í dag

Teir flestu av útróðrarbátunum eru komnar aftur í dag. Norðsøki kom aftur klokkan 11:00 og hevði 6.800 pund á 45 stampum, kl. 11:30 kom Líðhamar aftur og teir høvdu 9.000 pund á 48 stampum. Stakkavík kom klokkan 12.20 og teir høvdu 7.300 pund á 37 stampum.

Allir hava roynt norðan fyri Føroyar og her ímillum oyggjarnar.

Veiðan hjá Líðhamar og Stakkavík bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.

Beint tá ið Stakkavík kom aftur fór Búgvin avstað og Fiskaklettur kom aftur og sandbáturin Havsand legði at bryggju.

SáH

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: