Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum var ikki serliga góðir mánadagin, streymurin var harður og veðrið kundi gott verið eitt sindur betri.

Stakkavík var álíkavæl til útróðrar og royndu teir við línu norðan fyri Føroyar. Fleiri av útróðrarbátunum fóru ikki til útróðrar sunnunáttina.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.530 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 2.400 hýsa og restin annað fiskaslag.

Teir komu aftur kl. 11:00 og landa bleiv til NFCS og sjá filmsklipp herundir.

SáH

Stakkavík, mynd tikin tann 25.11.2019 klokkan 10:57

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta:

About Author