Stakkavík 5.400 pund í dag og 7.000 pund ígjár

Raskir eru teir báðir umborð Stakkavík. Teir vóru teir einastu av útróðrarbátinum, sum landaðu ígjár og í dag vóru teir fyrstir til lands við veiðuni. Ígjár høvdu teir 7.000 pund og í dag hava teir 5.400 pund.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 5.400 pund, Tað mesta var toskur, 5.100 pund toskur og 400 pund hýsa.
Teir hava roynt við línu norðan fyri Føroyar og byrjaði at landa til NFCS klokkan 09:30.
Her filmsklipp og myndir, sjá niðanfyri.
SáH
Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: