Stakkavík hevði enn ein góðan túr við línu norðan fyri Føroyar.
Teir komu aftur til Klaksvíkar klokkan 06:00 í morgun og høvdu 4.530 pund og var tað bert á 22 stampum.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og vóru teir fyrstir at landað í morgun kl. 08.00. Tað mesta var toskur, 3.300 pund toskur og 1.200 pund hýsa.
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.