Stakkavík var einasti av útróðrarbáturin í Klaksvík, sum var til útróðrar í gjár. Teir vóru ein stuttan túr við línu á Gøtuvík og komu aftur kl. 04:00 í morgun.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaði Føroyar og høvdu teir 3.740 pund, tað mesta toskur og hýsa, 3.000 pund toskur, 700 pund hýsa og restin annað fiskaslag, sjá søluna herundir.
Landa bleiv til NFCS klokkan 08:00 í morgun.
Fríggjadagin landaði teir eisini og tá høvdu teir 3.500 pund.
SáH
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 09-03-2020 | 09-03-2020 | 1.870 |
STAKKAVÍK – ( KG 748 ) | NFCS-KLAKSVíKAR HAVN | 06-03-2020 | 06-03-2020 | 1.715 |

Please follow and like us: