Stakkavík, sum hevði roynt við línu vestanfyri Føroyar, kom aftur umleið kl. 15.00 ígjár og høvdu teir 3.000 pund. 2.200 pund toskur og 800 pund hýsa.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og landa bleiv til NFCS.
Líðhamar kom nakað seinni til landi og høvdu teir havt ein góðan túr, teir høvdu 11.500 pund, tað mesta toskur og hýsa.
Báðir bátarnir eru farnir til útróðrar aftur, so spennandi at vita, hvat teir fáa í dag.
SáH
Please follow and like us: