Stakkavík kom aftur klokkan 15:00 í dag. Teir høvdu roynt við línu norðan fyri Føroyar.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 11.041 pund á 36 stampum, tað mesta toskur og hýsa, 5.600 pund toskur, 4.400 pund hýsa og restin annað fiskaslag.
Landa blívur júst nú til NFCS.
SáH
Stakkavík, mynd tikin tann 06.11.2019 klokkan 15:29
Hjálp News.fo og Norðoya Portalin at gerast enn betur. Send okkum tíðindir, lýsingar og hava tit hug at stuðla fíggjarliga, eru tit vælkomin at senda eina upphædd á konto 6460 382.440.50 ella 9865 9927330.
Símun er myndamaður og ein sannur miðlamaður. Hann tekur myndir og skrivar greinar av/um ymisk tiltøk, og tilber eisini at bíleggja eina myndatøku ella greinaskriving, send ein teldupost á simun@news.fo um tú veist eina góða søgu, ella vilt hava tikið myndir av onkrum ávísum.