Nú alt tað almenna liggur lamið, so er fiskivinnan í Norðoyggjum longu farin í sving eftir jóla.
Stakkavík hevur longu gjørt túr við línu norðan fyri Føroyar og landar í dag 5.424 pund til NFCS.
Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og var tað mesta toskur og hýsa, sjá søluna herundir.
Vit ynskja manningini á Stakkavík eini Gleðilig jól.
SáH
Please follow and like us: