Spurningar til landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur tingkvinna fyri Fólkaflokkin, hevur spurt landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen um, hvussu tað gongur við at útvega Klaksvíkar Sjúkrahús hart tiltrongd hølir til virksemið. Somuleiðis vita vit, at Norðoya Bú- og Heimatænastan ikki kann geva avkall uppá Norðoya Røktarheim við 28 búplássum uttan eina avtalu um eitt rímiligt gjald soleiðis, at NBH beinanvegin kann fara undir at byggja nýtt tíðarhóskandi røktarheim til hesi 28 fólkini, sum í dag búgva á Norðoya Røktarheimi.

Sum støðan er í dag, er bert eitt pláss til sjúklingar sum hava verið til høgt specialiseraða rehabilitering í Danmark. Afturat hesum eru trý pláss til sjúklingar við apoplexi. Hetta er ov lítið, tá vit hugsa um, at umleið 120 sjúklingar um árið verða raktir av eini heilabløðing ella blóðtøppi í heilanum.

Ynskiligt er tí, at Norðoya Røktarheim verður tikið upp í Klaksvíkar Sjúkrahús, soleiðis at tørvurin á rehabilitering verður betur dekkaður.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmaður

Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum

Evni: Norðoya Bú- og Heimatænasta

Spurningar:

1. Hvussu gongur við málinum, har Norðoya Bú- og Heimatænasta hevur bjóðað Klaksvíkar Sjúkrahúsi hølini hjá Norðoya Røktarheimi at brúka til depil til rehabilitering ímóti einum rímiligum gjaldi ?

2. Er landsstýrismaðurin í Heilsumálum farin í dialog við Norðoya Bú- og Heimatænastu um ein fíggjarleist, sum báðir partar kunnu taka undir við, havandi í huga, at Norðoya Bú- og Heimatænasta má byggja nýtt røktarheim til 28 búfólk, um hesi skulu flyta úr Norðoya Røktarheimi ?

Viðmerkingar:
Tað er nógv virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og har er nú plásstrot. Samstundis er avgjørt, at sjúklingar við seinheilaskaða skulu fáa rehabilitering á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Sum støðan er í dag, er bert eitt pláss til sjúklingar sum hava verið til høgt specialiseraða rehabilitering í Danmark. Afturat hesum eru trý pláss til sjúklingar við apoplexi. Hetta er ov lítið, tá vit hugsa um, at umleið 120 sjúklingar um árið verða raktir av eini heilabløðing ella blóðtøppi í heilanum.
Ynskiligt er tí, at Norðoya Røktarheim verður tikið upp í Klaksvíkar Sjúkrahús, soleiðis at tørvurin á rehabilitering verður betur dekkaður.

Í Norðlýsinum hin 16. mars 2022 skrivaði borgarstjórin í Klaksvík og formaður í stýrinum fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu, at tey í Norðoya Bú – og Heimatænastu bjóðaðu Klaksvíkar Sjúkrahúsi hølini hjá Norðoya Røktarheimi at brúka til depil fyri rehabilitering ímóti einum rímiligum gjaldi. Hølini hjá Norðoya Røktarheimi eru nógvar ferðir betur egnað og samanbundin við sjúkrahúsið, enn starvsfólkabygningurin, ið verður ein dýr loysn, sum kortini ongantíð verður eins góð.

Tað hevur tí stóran áhuga at vita, hvussu tað gongur við at útvega Klaksvíkar Sjúkrahúsi hart tiltrongd hølir til virksemið. Somuleiðis vita vit, at NBH ikki kann geva avkall uppá Norðoya Røktarheim við 28 búplássum uttan eina avtalu um eitt rímiligt  gjald soleiðis, at NBH beinanvegin kann fara undir at byggja nýtt tíðarhóskandi røktarheim til hesi 28 fólkini, sum í dag búgva á Norðoya Røktarheimi.

Á Løgtingi, 6 apríl 2022

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: