Spurdi Jógvan Skorheim ein spurning og hann svarar aftur í hansara familjublaðið Norðlýsinum?

Tað gongur vilt fyri seg í okkara Kommunu, Settið Jógvan Skorheim ein spurningum um russisku skipini í Klaksvík og hann svarar aftur í hansara familjublaðið Norðlýsinum?

Hví hann ikki svaraði á News.fo og Norðoya Portalinum, er ilt at meta um, kanska er tað tí, at hansara familjublað ikki setur honum nakrar kritiskar spurningar, so hann kann koma syngjandi inn aftur til næsta Býráðsval, Norðlýsið skal helst heldur ikki missa lýsingarpengarnar, tí Klaksvíkar Kommuna lýsir fyri fleiri 100túsundtals krónir um árið hjá teimum og kann hann á tann hátt brúka blaðið akkurát honum lystir.

Spurningurin var hesin?
Jógvan Skorheim, Passar Tað At Ongin Russisk Skip Sleppa Til Klaksvíkar Aftur?

Havi hoyrt frá álítandi keldum, at Klaksvík ikki skal taka ímóti russiskum skipum í framtíðini.

Høvuðsorsøkin er at tey larma ov illa og tískil eru tey óynskt at leggja at í Klaksvík, bæði inni í Klaksvíkingini og á Norðhavnina.

Svarið vera tit noydd at lesa í familjublaðnum hjá Jógvan Skorheim.
Hatta er ikki gott nokk, vónandi vaknað okkara borgarar, hvussu okkara politikkara brúka skattaborgarans pengar til síni egnu? har onnur ongan møguleika hava at fáa ein bita av ovurhonds stóru lágkøkuni, sum man gevur sínum egnu.

Annars takk fyri svarið, bert skeiv adressa, at koyra tað í familjublaðið hjá tær Jógvan Skorheim, tá ið eg settið tær ein spurning.

SáH

 

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.