Spennandi verkætlan frammanfyri Býráðshølunum í dag

Var og vitjaði Klaksvíkar Kommunu í morgun og heilsaði uppá Maud Wang Hansen, har hon lærdi meg at seta purrir niður. Hendan møguleikan hava tit eisini, tað er bara at møta upp við Býráðshølini og so fáa tit ein pott við góðari mold og eina forkláring frá Maud, hvussu ein gerð, sjá filmsklipp og myndir herundir.
Hetta skrivar Klaksvíkar Kommuna á teirra heimasíðu:
VERKSTOVA: PLANTA GRÓÐURKVISTAR Í SMÁAR POTTAR
Evnið í skránni fyri Virkið vár hesa vikuna er plantur og spírar. Barngarðsbørn fara m.a. at planta ymiskar spírar á Akursmørk, og eisini verður skipað fyri plantuverkstovu, har øll kunnu melda seg til.
29. mai hevur Maud Wang Hansen eina verkstovu, sum eitur Spírar, har familjur hava møguleika at planta gróðurkvistar í smáar pottar.
Tiltakið er frá kl. 10:00 til 12:00 og frá kl. 13:00 til 15:00.
20 fólk kunnu luttaka til hvørja verkstovu, sum verður framman fyri býráðshúsið. Tilmelding fer fram umvegis leinkjuna: klaksvik.fo/virkid-var
Til ber eisini at trýsta her: Plantuverkstova.
Tey, sum fáa møguleika at luttaka, fáa eina váttan um luttøku sendandi við telduposti.
29. mai frá kl.10:00 letur býargartnarin eisini trø í arbeiðsskýlinum við Djúpumýru. Somuleiðis verður átakið Føroyar lesa á staðnum við bókini ”Sprettur og spírar”, sum er ein urtagarðsbók til børn.” Til ber at keypa bókina, tá ið trøini verða heintað.
Klaksvíkar Kommuna