Spennandi deildarstjórastarv á Løgmansskrivstovuni

Vilt tú standa á odda fyri toyminum, sum dagliga tryggjar, at virksemið hjá Føroya løgmanni er væl fyrireikað og fyriskipað?

Starvið

Fremsta uppgávan hjá nýggja deildarstjóranum verður at standa á odda fyri toyminum, sum dagliga er kring løgmann. Viðkomandi skal ítøkiliga tryggja, at alt virksemið hjá løgmanni er væl skipað. Eisini skal deildarstjórin gera sítt til, at samskipandi uppgávurnar hjá løgmanni í landsstýrinum eru væl úr hondum greiddar.

Starvsøkið

Starvsøkið hjá deildarstjóranum fevnir í høvuðsheitum um hesar uppgávur:

At samskipa politiskar og formligar landsstýrisfundir, samgongufundir eins og fundarluttøku løgmans
At samskipa virksemið hjá samgonguni, eitt nú at fylgja samgonguskjalinum og avriksyvirlitinum upp
At hava ábyrgdina av ritarapartinum og kalendara løgmans
At hava yvirskipaðu ábyrgdina av kunning, samskifti og røðuskriving
At hava ábyrgdina av formligum viðurskiftum, sum eitt nú lógarprotokoll og landsstýrishandbók
At standa á odda fyri og samskipa arbeiðið við ymiskum frágreiðingum hjá løgmanni
At standa á odda fyri serstøkum verkætlanunum

Førleikakrøv

Viðkomandi kandidatútbúgving frá hægri lærustovni
Góðar leiðsluførleikar

Persónlig førleikakrøv og royndir

Góð leiðslu- og samstarvsevni
Mennandi leiðslustíl
Skipað og sjálvstøðugt arbeiðslag
Strategiskt skil
Politiskt tev
Góðar samskiftisførleikar, bæði munnliga og skrivliga í føroyskum, donskum og enskum
Royndir og evni at brúka KT
Tænastusinni

Løn og setanartreytir

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.

Starvið verður lønt í 37. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins, umframt eftirløn. Talan er tó ikki um tænastumannastarv.

Setanarøkið fevnir um Løgmansskrivstovuna, stovnar undir henni og hini stjórnarráðini.

Nærri kunning

Umsøkjarar kunnu fáa nærri upplýsingar um starvið við at venda sær til John Rajani, løgmansstjóra, á telefon 555016 ella við telduposti til johnr@tinganes.fo.

Umsóknir við prógvum, lívsrensli o.ø. skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. september klokkan 12:00. Starvið verður sett frá 1. november 2021 ella eftir nærri avtalu.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@tinganes.fo

Ella til:

Løgmansskrivstovan, Postrúm 64, Tinganes, 110 Tórshavn

Please follow and like us: