Sólmay landar 3.640 pund til NFCS

Klokkan 08:15 legið Sómay at bryggju við NFCS. Hann hevur havt ein góðan túr ígjár, har teir hava snellast norðan fyri Føroyar.

Veiðan bleiv boðin út til Fiskamarknaðin Føroyar og høvdu teir 3.640 pund og landa júst nú til NFCS, tað mesta toskar og nakað hýsa og upsi.

Tað vóru tveir mans við Sólmay.

SáH

 

Fylg og dáma, fyri at vita tað nýggjasta: