Soleiðis sá linjuverjin málið hjá KÍ til 2-2

Her saksasparkar Jóannes Kalsø Danielsen bóltin í málið hjá HB til 2-2 og soleiðis sá linjuverjin støðuna, tí eg stóð nakrar metrar frá honum, myndin kundi verið betri.

Páll Klettskarð er langt frá Teiti í málinum hjá HB og hann nemur ikki við bóltin og bólturin fer í málið.

Dómarin dømir mál, men eftir eina løtu, so dømir linjuverjin vrangstøðu ella at Páll hevur órógva Teit, vit lata myndirnar tala fyri seg.

Málið bleiv kolldømt og løtu seinni fekk Mikkjal Thomassen reyða kortið og bleiv vístur av vøllinum við Djúpumýru, tí hann vísti sína ónøgd at málið bleiv kolldømt.

SáH

Please follow and like us: