Soleiðis gongur tað fyri seg í Kontórshavn

Eg forstandi slett ikki okkara útjaðarapolitikkara runt Føroya land. Tit standa sum pill býttir og hyggja at, har 100tals milliónir aftaná milliónum enda í dunnuhylinum í Kontórshavn og har bygt verður fyri milliardir og tit gera svartasta einki við tað.

Her skrivar Høgni Mohr rithøvundur, hvussu tað gongur fyri seg í Metanargrunni Landsins og hetta er bara eitt lítið økið, klikk grein her “Kjak: Mentanargrunnur landsins havnar stuðulsumbønum upp á gjøt”, har milliónirnar frá útjaðarnum enda og har vina og kenningarpolitikkur er normalur, men soleiðis gongur tað fyri seg ígjøgnum alt tað almenna í Tórshavn, har útjaðarin betalur 100tals milliónir um árið til eitt stórt tómt hol og har pengarnir síðani vera býttir út til tey ymsu økini í Tórshavn og har heimildarloysið er dagligur kostir, hygg GLASIR.

Næstan ongir pengar koma aftur til útjaðaran og skulu vit hava pengar her norðuri, eitt nú til Tunlar norður um Fjall, so standa tit sum eitt pillbýtt og bíða eftir tykkara tørni í áravís, men ístaðinfyri at krevja tykkara rætt. Tað kann also ikki vera rætt, at Norðoyggjar betalur 100tals milliónir um árið til Tórshavn og so fáa ein Húsarhaldsskúla afturfyri, sum byggingin als ikki er farin ígongd enn ella sum í hesum árinum, har Jógvan Skorheim fekk lovað 20 milliónir til Norðoyggjar og vit fingu 0,00 kr.

Fyri trimum árum síðani tók Kaj Leo Johannesen spurningin upp viðvíkjandi almennum nevndum, har fólk, tey flestu koma frá Tórshavn, fáa heili 11.500.000,00 kr. um árið í almennum lønum fyri at sita og skovla pengar til sín sjálvst við nevndarpengum og har fleiri fólk sita í hópin av nevndum, sjá talvu herundir.

Hetta er bara um árið og hetta betalur okkara fiskivinnu, sum nú er við at bløða út, tí Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn blíva við at koyra skattin upp hjá teimum, eitt nú við tilfeingisgjaldið, uppboðsøluna, menningarkvotur og teir blíva við at seta forðingar, inntil teir hava fingið JFK Trol, Kósina og onnur innan fiskivinnuna í Norðoyggjum niður við nakkanum.

Hetta má also steðgast nú, áðrenn ov seint verður og vónandi eru veljarnir her norðuri vaknaðir nú og geva samgonguni ein diggan frammaná til næsta Løgtingsval.

Hetta er bara nevndarlønir, Gud forbarmi seg.

SáH

Please follow and like us:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret.