Sofía Toftegaard frá Ægir forbetraði seg 12 sekund í 200 metur bringu

FM á Langgeil 2019: Sofía Toftegaard frá Ægir, svam ein sera góðan 200 metur bringu ígjár, hon forbetraði tíðina meira enn 12. sekund, eitt sera stórt persónligt met. Hon kom inn við tíðini 3:10.38, gamla tíðin hjá henni var 3:22.88 og tíðin var so góð at hon svam seg í finaluna.
Seinnapartin ígjár var finalan, tá svam hon 200 metur bringu við tíðini 3:10.98, bert 0.10 sekund frá Elin Christiansen frá Suðuroyar Svimjifelag, men Elin er eisini tvey ár eldri enn Sofía og hevði hon svomi líka skjótt sum í innleiðandi, so hevði hon vunnið Elin. Rebekka Trygvadóttir frá Ægir vann kappingina.
Sofia er fødd tann 26.04.2006 og sostatt hevði hon føðingardag ígjár og hon gav sær sjálvari ein stóra føðingardagsgávu.Stórt tillukku, bæði við tíðini og føðingardagsdegnum.
SáH