Sølutorg við bátabrúgvarnar skal skapa trivnað og hugna


Í eina tíð hava lokalir matframleiðarar havt møguleika at selja matvørur í smáttunum, sum hava staðið við bátabrúgvarnar. Talan hevur verið um m.a. turt kjøt, kjøtpylsu, rullupylsu, røst seyðarhøvd, blóðpylsu, garnatálg, rabarbusúltutoy og turr lambstjógv.

Hetta hevur m.a. verið ein liður í umhvørvisátakinum Slóða fyri hjá Klaksvíkar kommunu, har eitt av endamálunum er at skapa eitt stað í býnum, har lokalir matframleiðarar hava møguleika at selja sínar matvørur.

Atli S. Justinussen, formaður í Havna og Vinnunevndini, segði í tíðindaskrivi 29. mars, at tað er stórur tørvur á at fáa eitt sølutorg við bátabrúgvarnar í Klaksvík. Tí verður nú farið undir at menna umstøðurnar til slík endamál.

Í hesum sambandi hevur kommunan, saman við Norðoya Kunningarstovu, skipað viðurskiftini soleiðis, at tað verður ómakaleyst hjá áhugaðum seljarum at royna hendan møguleikan.

Annika S. Biskopstø, forkvinna í Heilsunevndini, sigur, at eitt slíkt torg kann við tíðini gerast ímyndin av eini burðardyggari matvinnu, har møguleiki er at keypa lokalt. Tí hevur tað ómetaliga stóran týdning, at vit longu nú kunnu gera okkum nakrar royndir, har vit varpa ljós á mat í nærumhvørvinum og teir umhvørvisligu fyrimunirnir, sum standast av at keypa lokalt.

– Eg eri sannførd um, at eitt slíkt umhvørvi kann virka til, at fólk blíva meira tilvitað um alt tað fantastiska tilfeingið, sum vit hava í okkara nærumhvørvi.
– Eg vil tí heita á øll, sum eru áhugaði í at selja føroyskan burðardyggan mat, um at royna hendan møguleikan og at seta seg í samband við Norðoya Kunningarstovu, sum kann vegleiða í samband við sølu í smáttunum.

Annika S. Biskopstø sigur at enda, at um fleiri brúka møguleikan, tess størri grundarlag er fyri at menna eitt komandi sølutorg til ymiskar tørvir.  Tí tá ið vit seinni í hesi býráðssetuni fara undir at skipa sølutorgið, so fara vit at byggja á royndirnar hjá teimum, ið hava selt í smáu smáttunum hjá kommununi, og harvið geva teimum enn betri umstøður, soleiðis at hendan vinnan kann mennast enn meira.

Norðoya kunningarstova hevur opið mánadag – fríggjadag frá kl. 9.00 til 16.00.

Til ber eisini at senda teldupost til info@klaksvik.fo ella at ringja á tel. 456939.

Klaksvíkar Kommuna

Please follow and like us: