Søla av grundøki við Grótrætt í Klaksvík

Sambært kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um alment útboð av fastari ogn lýsir Klaksvíkar kommuna eitt grundøki við Grótrætt til sølu.
Talan er um matr.nr. 1652aa, sum er undirlendi undir bygningi uppá 850 m2, umframt umleið 2.350 m2 uttanumøki. Áheitan er send Umhvørvisstovuni um víðkan av matr.nr. 1652aa til tilsamans umleið 3.200 m2.
Ognin liggur í økisparti B14, sum er útlagt til vinnuøki.
Ognin verður lýst til sølu fyri minst kr. 600,- m2 til endamál svarandi til ásetingar byggisamtyktarinnar. – Saman við tilboðnum skal verða latin frágreiðing um, hvørjar ætlanir eru við bygging á ognini og skitsa av ætlaðari útsjónd. Bygging og skipan av ognini annars skal verða soleiðis skipað, at økið tekur seg væl út og fríðkan skal vera framd, smb nærri avtalu við Klaksvíkar Kommunu. Kommunan treytar sær at komandi verkætlan skal verða byrja innan 2 ár frá yvirtøkudegnum.
Upplýsingar um ognina kunnu fáast á Teknisku Umsiting telefon 410000.
Við heimild í § 6 í somu kunngerð stendur tað kommununi frítt at velja millum innkomin tilboð ella onki at taka.
Møgulig tilboð skulu vera skrivlig og skulu vera kommununi í hendi í afturlatnum brævbjálva í seinasta lagi 22. oktober 2019 á middegi.
Innkomin tilboð verða viðgjørd í trúnaði.
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2
710 Klaksvík